Les meira

Lið hjá
Tórshavn boksing

Limagjald fellur tværferð um árið, 1. august og 1. januar.

Kostnaður fyri limagjald:

7-11 ár er 500 kr. pr. hálva ár 
12+ ár er 1.000 kr. pr. hálva ár

Limagjald skal flytast á konto: 
9181 5058335

Byrjar 1. feb. 2024
Frá 10-12 ár
20 tøk pláss
Sí tíðarætlan niðast.

Innihald:
Liðið er fyri byrjarar, sum ynskja at royna boksiítróttin við ætlan um at boksa dystir. Hetta liðið fer at leggja dent á samanhald og vinaløg millum tey ungu á liðnum.

Venjingin er ein blanding av seriøsari dystarvenjing og ymiskum øðrum motiverandi venjingum, sum gera ítróttin spennandi, fangandi og áhugaverdan fyri tey ungu á liðnum.
Hetta er kampsportur, tí fasthalda vit ein vissan norm av disciplin og eisini virðing fyri øllum okkara liðfeløgunum, og tí kann væntast, at vit stýra við harðari hond undir venjingini, samstundis sum tað eisini er pláss til stuttleika.

Ungdómsliðið er perfekt til tey, sum halda, at tey hava ein boksara goymdan í maganum, og so skjótt sum vit síggja framstig og menning hjá tí einstaka, vil viðkomandi blíva fluttur beinleiðis upp á kampliðið við atliti at blíva kampboksari.

Skráset teg her

Byrjar 1. feb 2024
Frá 12 ár
30 tøk pláss
Venjingin er 4 ferðir um vikuna – Sí tíðarætlan niðast.

Innihald:
Liðið er fyri tann seriøsa íðkarin.
Endamálið er kampboksing á amatør støði, og dentur verður lagdur á, at venjingin verður hildin, og at endamálið verður hildið eftir avtalu við venjararnar. Liðið leggur stóran dent á disiplin og virðing fyri liðfeløgunum og venjarunum.

Tað verður væntað av tær, at tú tekur venjingina í álvara. Liðið hevur eitt endamál, og hetta er, at fáa tey avgjørt bestu úrslitini úr hvørjum einstøkum íðkara, líkamikið hvat endamál ella úrslit vant verður ímóti.

Arbeitt verður nógv uttanfyri komfortzonuna, og ein skal vænta nøkur tap, áðrenn ein stendur við gullinum um hálsin, um hetta er vegurin ein ynskir at fara.

Tá alt tað álvarsliga so er sagt, so er liðið eisini væl egnað til tey, sum ynskja at betra munandi um konditiónina, og eisini fáa sparring og harða venjing, men á venjingarstøði.

Skráset teg her

Kanska Føroya harðasta og feitasta venjing!

Motionsboksning er til tey sum ynskja at koma í góðan form og av við dagligt stress og jag.  Venjingin verður tvær ferð um vikuna, við møguleika at venja saman við hinum liðunum leygardag. 

Skráset teg her

GG! Hetta liði er í bero til vit hava fingið onnur hølir.

Nú kanst tú blíva Parkinsonatlet í Tórshavn Boksing!

Hevur tú hug at verða ein partur av toyminum, sum skal royndarkoyra okkara nýggja venjingarlið í kampinum móti Parkinson?

ParkinsonBoksing er ein av teimum mest gevandi venjingunum fyri fólk við Parkinson. Fleiri sjúklingar uppliva at pínan forsvinnur, tey blíva betri gongufør og klára seg uttan hjálpartól í gerandisdegnum eftir, at tey eru komin í gongd við ParkinsonBoksing. Úrslitini tala fyri seg, og á internetinum er eitt hav av greinum um, hvussu góð hendan venjingin er. 

Tá hetta hevur víst seg at mótarbeiða/seinka teimum keðiligu fylgjunum, sum Parkinson hevur við sær, ynskja vit í Tórshavn Boksing at royndarkoyra eitt venjingarlið skjótast gjørligt. Stórur partur av vanligu venjingini í boksing nýtist eisini í ParkinsonBoksing, men er meira tilpassað at arbeiða móti teimum sjúkueyðkenninunum ein hevur av Parkinson.

Lets go!

Kostanaður: 250 kr. um mánaðin. Tilmelding via Facebook ella á torshavnboksing@gmail.com

Tilmelding

Við at skráseta teg sum lim, tilmeldar tú teg eina gjaldsavtalu á mínrokning.fo. Um tú seinni ynskir at frámelda gjaldsavtaluna, kanst tú gera tað í Mínrokning-portalinum (www.minrokning.fo). Vit leggja dent á, at tað er tín ábyrd at frámelda avtaluna.

Ein partur av okkara toymi

boksarir & venjarir

Heri Ziskason
Silvurvinnari 2023
Teitur og David
Silvur & Gull-vinnarir 2023
Martin Meng
Venjari
Nurlan Malaikev
Venjari

Venjingartíðir 2023/24

TíðMánadagTýsdagMikudagHósdagFríggjadagLeygardag
10.00-11.00
11.00-12.30Opin venjing
16.30-17.30
17.00-18.00MotionsliðMotionslið
17.00-19.00Kamplið + UngdomsliðKamplið + UngdomsliðKamplið + Ungdomslið
Scroll to Top