Les meira

Lið hjá
Tórshavn boksing

Limagjald fyri hálvt ár:
1.000 kr. pr. hálva ár.

Limagjald skal gjaldast gjøgnum Holdsport

Vit hava:

  • Handskar
  • Sláipútir
  • Hjálmar 

Tú skal hava við: 

  • innanduraskógvar 
  • Vatndunk
  • Tandverju (valfrítt)
  • Hándbind (valfrítt)

Tekna teg á Kampliðið

Hví tú burdi komið við:

Hevur tú ein boksara í búkinum, so ert tú komin á røtta stað. Kampliðið er fyri tann seriøsa íðkarin.

Endamálið er kampboksing á amatør støði, og dentur verður lagdur á, at venjingin verður hildin, harumframt disiplin og virðing fyri liðfeløgunum og venjarunum.

Arbeitt verður nógv uttanfyri komfortzonuna, og ein skal vænta nøkur sløg, áðrenn ein stendur við gullinum um hálsin, um hetta er vegurin ein ynskir at fara.

Tá alt tað álvarsliga so er sagt, so er liðið eisini væl egnað til tey, sum ynskja at betra munandi um konditiónina, og eisini fáa sparring og harða venjing, men á venjingarstøði.

Fakta:

  • Liðið er til gentir og dreingir 12+ ár
  • Vit venja 4 ferðir um vikuna (sí tíðarætlan niðast)

Tekna teg á Ungdómsliðið

Hví tú burdi komið við:
Ert tú millum 10 og 14 ár, og heldur boksing ljóðar sum ein stuttligur og spennandi ítróttur, so ert tú komin á rætta stað! Tórshavn Boksing bjóðar góða, miðvísa og stuttliga venjing til tey ungu. Venjingin kann vera bara tí tær dámar tað, hon kann eisini vera ein lopfjøl til kampliðið, um tú fært blóð á tonnina at fara víðari!

Boksing er einki uttan teknikk, og tí venja vit teknikkir, kondisjón, styrki og úthaldni.

Fakta:

  • Vit venja 3 ferðir um vikuna (sí tíðarætlan niðast)

Tekna teg á Motionsliðið

Finn Motionsliðið hjá Tórshavn Boksing í Holdsport. Trupulleikar? Skriva til torshavnboksing@gmail.com.

Hví tú burdi komið við:

Hevur tú ongantíð veruliga funnið tann ítróttin, sum passar til tín, ella kanska ongantíð tímað at vant yvirhøvur? Bæði eru fínar grundgevingar fyri, hví tú burdi givið motiónsboksing ein kjans!

Tríggjar ferðir um vikuna hittast vit til eina frálíka motiónsvenjing, har vit í ein tíma samantvinnað styrkivenjingar við boksing á sandsekkir. 

Tað er stuttligt, tað er gevandi, tað er orkumikil og góð venjing og best av øllum – tað er pláss fyri øllum á motiónsliðnum!

Psst… og so eru tey summi, sum siga, at um tú vilt geva tað tú orkar, so er hetta kanska Føroya harðasta og feitasta motiónsvenjing!

Fakta:  

  • Liðið er fyri allar aldursbólkar
  • Vit venja tríggjar ferðir um vikuna (sí tíðarætlan niðast)

Byrja at venja

Soleiðis meldar tú teg til

Vel liðið, sum hóskar tær best. Trýst á knøttin og fyll skrásetingina út í Holdsport.

Ivast tú? Skriva til torshavnboksing@gmail.com, so hjálpa vit tær at velja rætta liðið.

Venjingartíðir 2026

LiðMánadagTýsdagMikudagHósdagFríggjadagLeygardag
Ungdómslið16.30–17.3016.30–17.3011.00–12.30
Kamplið17.00–18.3017.30–19.0017.30–19.0011.00–12.30
Motionslið19.00–20.0016.30–17.3011.00–12.30
Fight Back17.00–18.00

Ein partur av okkara toymi

boksarir & venjari

Karstin
Silvurvinnari 2024
Teitur og David
Gull-vinnarir 2024
Teitur og Andreas
Gull-vinnarir 2023
Teitur og David
Silvur & Gull-vinnarir 2023

Team Tórshavn Boksing

Okkara
Venjarar

Karstin

Venjari á Kamp- & Ungdomsliðnum

Tóra

Venjari á ungdomsliðnum
Scroll to Top