Les meira
Lið hjá
Tórshavn boksing
Kamplið/Úrvalslið
Hví tú burdi komið við:
Hevur tú ein boksara í búkinum, so ert tú komin á røtta stað. Kampliðið er fyri tann seriøsa íðkarin.
Endamálið er kampboksing á amatør støði, og dentur verður lagdur á, at venjingin verður hildin, harumframt disiplin og virðing fyri liðfeløgunum og venjarunum.
Arbeitt verður nógv uttanfyri komfortzonuna, og ein skal vænta nøkur sløg, áðrenn ein stendur við gullinum um hálsin, um hetta er vegurin ein ynskir at fara.
Tá alt tað álvarsliga so er sagt, so er liðið eisini væl egnað til tey, sum ynskja at betra munandi um konditiónina, og eisini fáa sparring og harða venjing, men á venjingarstøði.
Fakta:
- Liðið er til gentir og dreingir 12+ ár
- Vit venja 4 ferðir um vikuna (sí tíðarætlan niðast)
Ungdomslið 10-14 ár
Hví tú burdi komið við:
Ert tú millum 10 og 14 ár, og heldur boksing ljóðar sum ein stuttligur og spennandi ítróttur, so ert tú komin á rætta stað! Tórshavn Boksing bjóðar góða, miðvísa og stuttliga venjing til tey ungu. Venjingin kann vera bara tí tær dámar tað, hon kann eisini vera ein lopfjøl til kampliðið, um tú fært blóð á tonnina at fara víðari!
Boksing er einki uttan teknikk, og tí venja vit teknikkir, kondisjón, styrki og úthaldni.
Fakta:
- Vit venja 3 ferðir um vikuna (sí tíðarætlan niðast)
Motionsboksing
Finn Motionsliðið hjá Tórshavn Boksing í Holdsport. Trupulleikar? Skriva til torshavnboksing@gmail.com.
Hví tú burdi komið við:
Hevur tú ongantíð veruliga funnið tann ítróttin, sum passar til tín, ella kanska ongantíð tímað at vant yvirhøvur? Bæði eru fínar grundgevingar fyri, hví tú burdi givið motiónsboksing ein kjans!
Tríggjar ferðir um vikuna hittast vit til eina frálíka motiónsvenjing, har vit í ein tíma samantvinnað styrkivenjingar við boksing á sandsekkir.
Tað er stuttligt, tað er gevandi, tað er orkumikil og góð venjing og best av øllum – tað er pláss fyri øllum á motiónsliðnum!
Psst… og so eru tey summi, sum siga, at um tú vilt geva tað tú orkar, so er hetta kanska Føroya harðasta og feitasta motiónsvenjing!
Fakta:
- Liðið er fyri allar aldursbólkar
- Vit venja tríggjar ferðir um vikuna (sí tíðarætlan niðast)
Byrja at venja
Soleiðis meldar tú teg til
Vel liðið, sum hóskar tær best. Trýst á knøttin og fyll skrásetingina út í Holdsport.
Ungdómslið
Fyri børn og ung frá 10 til 14 ár.
Tekna teg á UngdómsliðiðKamplið
Fyri seriøsar íðkarar, sum vilja venja miðvíst og kappast.
Tekna teg á KampliðiðMotionslið
Fyri teg, sum vilt fáa góða venjing við styrki og boksing.
Tekna teg á MotionsliðiðVenjingartíðir 2026
| Lið | Mánadag | Týsdag | Mikudag | Hósdag | Fríggjadag | Leygardag |
|---|---|---|---|---|---|---|
| Ungdómslið | 16.30–17.30 | 16.30–17.30 | 11.00–12.30 | |||
| Kamplið | 17.00–18.30 | 17.30–19.00 | 17.30–19.00 | 11.00–12.30 | ||
| Motionslið | 19.00–20.00 | 16.30–17.30 | 11.00–12.30 | |||
| Fight Back | 17.00–18.00 |