VIT GEVA PARKINSON NEVAN!

Nú kanst tú blíva Parkinsonatlet í Tórshavn Boksing!

Hevur tú hug at verða ein partur av toyminum, sum skal royndarkoyra okkara nýggja venjingarlið í kampinum móti Parkinson?

ParkinsonBoksing er ein av teimum mest gevandi venjingunum fyri fólk við Parkinson. Fleiri sjúklingar uppliva at pínan forsvinnur, tey blíva betri gongufør og klára seg uttan hjálpartól í gerandisdegnum eftir, at tey eru komin í gongd við ParkinsonBoksing. Úrslitini tala fyri seg, og á internetinum er eitt hav av greinum um, hvussu góð hendan venjingin er.

Tá hetta hevur víst seg at mótarbeiða/seinka teimum keðiligu fylgjunum, sum Parkinson hevur við sær, ynskja vit í Tórshavn Boksing at royndarkoyra eitt venjingarlið skjótast gjørligt. Stórur partur av vanligu venjingini í boksing nýtist eisini í ParkinsonBoksing, men er meira tilpassað at arbeiða móti teimum sjúkueyðkenninunum ein hevur av Parkinson.

Vit søkja nú 6-10 persónar til at koma og venja í viku 24, 25 og 26, her bjóða vit 3 venjingarpass um vikuna í hølunum hjá Tórshavn Boksing á Hjalla. Tiltakið er ókeypis. Skriva okkum eini boð á Facebook, ella ring á 210307.

Venjingarnar liggja soleiðis:

Mánadag kl. 10-11
Mikudag kl. 10-11
Leygardag kl. 10-11

Eftir royndina við hesum liði, savna vit afturmeldingar frá “Parkinsonatletinum” at arbeiða viðari útfrá. Vónandi er tað ordiliga góð afturboðan, so vit kunnu byrja eitt fast lið upp í Tórshavn Boksing 1. august 2023.

Lets go!

Scroll to Top