Kunning frá Tórshavn Boksing!

Tórshavn Boksing hevur í eitt longri tíðarskeið verið í eini tilgongd, hvar arbeitt hevur verið við at finna nýggj hølir at venja og halda til í. Tíanverri mugu vit staðfesta, at hetta arbeiðið hevur ikki borið á mál. Verandi leigumál er sagt upp, og felagið flytir út 30. novembur. Tilgongdin at rigga av byrjar í dag, 18. novembur, men vant verður tó framm til og við 30. novembur.

Teir limir, sum hava goldið fyri seinna hálvár 2024, fáa gjaldið fyri desemburmánað mótroknað í fyrra hálvári 2025.

Arbeitt verður framvegis við eini loysn, og væntandi letur felagið upp í nýggjum hølum tíðliga í komandi ári. Kunnað verður á heimasíðu okkara og á sosialum miðlum.

– Nevndin í Tórshavn Boksing

Scroll to Top