Nýggjar ætlanir og bústaðir fyri Tórshavn Boksing í 2025

Góðu limir

Sum kunnugt hevur Tórshavn Boksing í longri tíð arbeitt við hølisviðurskiftunum. Hetta arbeiðið hevur nú borið á mál. Í eini skiftistíð letur felagið upp 1. januar 2025 í Virknishøllini í Finsen.

Venjingartíðurnar síggjast á heimasíðuni: Venjingartíðir 2025

Vant verður í Finsen til 1. mars, tá felagið letur upp í nýggjum hølum í kjallaranum í Badmintonhøllini í Gundadali. Nærri kunning um tað kemur seinni, og kunnað verður á okkara heimasíðu og sosialum miðlum.

Limagjald verður í fyrstu hálvu 2025 goldið mánaðarliga, og verður goldið fyrsta í hvørjum mánaða. Gjaldið er 200 kr. um mánaðin. Teir limir, sum hava goldið fyri desemburmánað 2024, fáa tað gjaldið mótroknað í 2025.

– Nevndin í Tórshavn Boksing

Scroll to Top