Parkinsonboksing sera góðar afturmeldingar

Eftir bert 3 vikur royndarvenjing eru afturmeldingarnar uppá parkinsonboksing sera góðar. Martin Meng, venjari, sigur, at luttakararnir hava fingið nógv burturúr hesum vikunum. Hann sær, at teir hava fingið lættari rørslur, stívheitin er minkað, og balansan er blivin munandi betri.

Afturmeldingarnar frá luttakarunum eru m.a.

  • Tað hevur verið nemt at verið við.
  • Venjarin hevur verið motiveraður til at sæð, hvat vit hava brúk fyri og hvørja venjing, vit hava fyri neyðini.
  • Eg eri positivt yvirraskaður.
  • Venjarin hevur verið einastandandi til at motivera okkum.
  • Hetta hjálpir garanterað.
  • Eg vil avgjørt viðmæla, at man roynir hetta, um man hevur parkinson.
  • Um onkur hevur hug at halda seg vekk og halda, at hetta er ikki nakað fyri meg, so skulu tey koma við og royna hetta.

Um undirtøka er fyri tí, er ætlanin at hava eitt fast lið sum byrjar 1. august 2023.

Scroll to Top